Fyrilestrar og pallborðsfundur á Hotel Hafnia

Útlitini fyri privata húshaldið, vinnuna og búskapin í Føroyum, nú prísvøkstur og hækkandi inflatión rakar samfelagið

Havnar Framburðsfelag skipar fyri áhugaverdum fundi á Panaorama á Hotel Hafnia

Mikukvøldið 8. juni 2022, kl. 19.00

Háaktuella evnið um prísvøkstur og inflatión verður viðgjørd fakliga og politiskt, umframt at panelorðaskifti verður sum m.a. skal svarað spurningum so sum:

”Hvat kunnu vit sum samfelag gerða at lætta um hjá privata húsarhaldinum og vinnuni, nú kríggj og inflatión økja kostnaðarstøði í Føroyum”?

Á fundinum luttaka við innleggum:
● Heri Á Rógvi, Búskaparfrøðingur og stjóri í ráðgevingarfyritøkuni Lóður Sp/f
● Evy Jacobsen, stjóri í Betri P/F
● Christian F. Andeasen, formaður í Fólkaflokkinum

Í panelinum sita harumframt:
● Sólvit Nolsøe, Landsstýrismaður í Almannmálum
● Johnny í Grótinum, Búskaparfrøðingur
● Niels Mortensen, stjóri í SMS P/F
● Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak

Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari á fundinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Havnar Framburðsfelag

Vit síggjast - News.fo
Vit síggjast – News.fo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: