Fýra tilburðir í gjár

Í gjár vóru fýra nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, tann eini er partur av kendari smittukeldu, men í trimum av førinum er smittukeldan ókend.

686 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 7 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: