Fýra smittutilburðir staðfestir í gjár

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mikudagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll eru partur av kendari smittuketu.

1.919 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 272.615 kanningar.

701 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 31 persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: