Fýra smittutilburðir í gjár

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir persónarnir eru komnir til Føroya úr útlondum. Tveir teirra fingu staðfest smittuna við kanningini á sætta degi, meðan hinir báðir persónarnir fingu staðfest smittuna eftir kanning í Hirtshals.

Í gjár vórðu 358 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 171.175 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 510 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 501 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru níggju persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author