Fýra smittutilburðir í gjár

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tríggir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á sætta degi.

Í gjár vórðu 711 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 172.325 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 514 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 502 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 12 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author