Fýra nýggir smittutilburðir í gjár

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 767 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 200.549 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 614 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 558 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 56 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: