Fýra nýggir smittutilburðir í gjár

Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 197.487 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 605 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 541 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 64 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: