Funnið stóran handska í toskinum

Var ein kajtúr í gjár og fór á støð, tá ið Bragd kom aftur klokkan 16:00. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu 11.500 pund, tað mesta var góðir toskur.
Har vísti teir mær ein løgna sjón, har teir høvdu fiska ein tosk og tá ið teir kruvdi hann, var ein stórur handski í maganum á honum.
So tann sum manglar eina handska stødd nr. 9, kann hann fáast hjá NFCS, søgdu teir við einum smíli.
Her filmsklipp og myndir av maganum og handskanum.
SáH
Lýsing AXIA Advokatar

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: