Fundur millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin

Aksel V. Johannesen løgmaður, danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede, hava í dag, mikudagin 18. januar 2023, havt fund í danska forsætismálaráðnum í Keypmannahavn.

Á fundinum váttaðu londini sínámillum, at semja er um at halda áfram við uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum landsstýrið, donsku stjórnina og grønlendska landsstýrið.

Eisini bleiv avtalað, at Grønland nú yvirtekur formansskapin í samstarvsráðnum eftir Føroyar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur eftir fundin:

“Eg haldi at Samstarvsráðið er ein góður møguleiki til at viðgera tey mál, ið bæði nema við yvirtikin málsøki og uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitikk. Trygdarpolitiska støðan í heiminum ávirkar bæði Norðuratlantshav og Arktis, tí er avgerandi at Føroyar hava ein virknan leiklut.”

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur eftir fundin:

“Vi har haft et rigtigt godt møde, der bekræfter de tætte bånd mellem vores lande. Sammenholdet og samarbejdet i rigsfællesskabet er helt afgørende. Jeg er derfor glad for, at der er enighed om at styrke samarbejdet om udenrigs-, sikkerheds- og forsvarspolitikken ved at videreføre Kontaktudvalget. Ikke mindst i den sikkerhedspolitiske situation, vi står i lige nu.”

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sigur eftir fundin:

”Jeg ser frem til videreførelsen af Kontaktudvalget, da det er del af en naturlig udvikling, som giver Grønland flere muligheder. En aktiv rolle i udenrigs-, sikkerheds- og forsvarspolitikken har en stor betydning for os især i en usikker tid, som verden er præget af. Og der er meget vi skal nå, derfor ser vi frem til, at vi i Grønland nu overtager formandskabet i Kontaktudvalget og takker Færøerne for deres formandskab i 2022”.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: