Fulgberg og Skoraberg komnir inn við 180.000 pundum

 

Skoraberg, mynd tikin tann 27-10-2022 klokkan 04:25.

Fuglberg og Skoraberg komu aftur klokkan 04:30 í morgun. Teir høvdu partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu 180.000 pund og tað mesta var upsi.

Landa blívur júst nú til Kósina og nakað bleiv eisini bjóða út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var tilsamans 60.720  pund, tað mesta var longa, 23.220 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 16. oktober

SáH

SKORABERG – ( KG 380 ) KLAKSVÍKAR HAVN 16-10-2022 27-10-2022 14.460
FUGLBERG – ( KG 360 ) KLAKSVÍKAR HAVN 16-10-2022 27-10-2022 15.900

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: