Fuglfirðingar aftur føroyameistarir fyri lið í billard

Liðkappingin í billard er av á hesum sinni, og aftur hesaferð eydnaðist tað fuglfirðingum at endurvinna meistaraheitið. Liðið í ár varð manna av Jákup Baldvinsson og Dánial Paula Joensen, og er hetta fimta árið á rað Billardfelag Fuglafjarða verður Føroyameistari í bestu deildini fyri lið.

Kappingin í ár gjørdist aftur spennandi, og avgerðin fall ikki fyrr enn seinasta umfar varð avgreitt. Kappingin um fyrsta plássið stóð frá byrjan millum Fuglfirðingar og Klaksvíkingar, og lógu klaksvíkingar leingi á fyrsta plássinum gjøgnum árið. Sigast skal at Fuglfirðingar leingi hevði ein dyst í hondini. Góða gongdin hjá Klaksvíkar Billardfelag vendi tó, eftir at teir í næst seinasta umfarið skuldu til Tvøroyrar at spæla móti Tvøroyrar Billardfelag, har teir mistu 6 sera avgerandi stig um FM stríðið í einum 2-6 tapi.

Eftir at Klaksvíkingar heldur ikki megnaðu at fáa fleiri enn 2 stig í teirra seinasta dysti í Fuglafirði, lág alt í hondunum hjá BFF, sum bert skuldu hava 2 stig í teirra seinasta dysti móti Klaksvíkar Billardfelag II.

Gummiarm hava teir aldrin hoyrt um fyrr í Fuglafirði, tí BFF vann ein sera sannførandi 8-0 sigur, og setti harvið punktum á enn eitt flott kappingarár.

Klaksvíkar Billardfelag I varð manna av tveimum kendum harrum innan billardið, Hallur Joensen og Kristian Suna Høgnesen.

Liðkappingarnar fyri 2. Deild og 3. Deild eru eisini liðugt spældar. Vinnari av 2. Deild gjørdist Billardfelag Fuglafjarða II, sum varð manna av Sofus Baldvinsson, Jens Kjartan Feilberg og Rúna Jacobsen.

Og vinnari av 3. Deild gjørdist Havnar Billardfelag 4, sum varð manna av Gunnleif Danielsen og Heimir Ottoson.
Komandi vikuskiftið byrjar innleiðandi kappingin í FM fyri einstaklingar. Kappingin í ár verður spæld í Klaksvík yvir trý vikuskiftir, og hava 20 leikarir meldað til. Finaluumfarið verður spælt 30. Apríl og 1. Mai.

Niðanfyri síggjast endaligu støðurnar í øllum trimum deildum fyri kappingarárið 2020/21

1. Deild
1. BFF 1
2. KLBF 1
3. TVBF 1
4. HABI 1
5. KLBF 2
6. HABI 2

2. Deild
1. BFF 2
2. HABI 3
3. TVBF 2
4. BFF 3
5. KLBF 3
6. HABI 4

3. Deild
1. HABI 4
2. Skálafjarða Billardfelag
3. KLBF 5
4. BFF 5
5. TVBF 3
6. BFF 4
7. KLBF 5
8. TVBF 4

Please follow and like us: