Fuglberg og Skoraberg komu aftur leygardagin við fullari last av gullaksi

Skoraberg og Fuglberg, mynd tikin leygardagin 25.06.2022 klokkan 07:21 og sum vit fingu sendandi frá einum lesara

Fuglberg og Skoraberg komu aftur leygardagin. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava rokast og høvdu fult skip, 480.000 pund av gullaksi.

Teir byrjaði túr 22 juni.

Landa bleiv til Kósina og tá ið liðugt var at landa var gullaksurin koyrdur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir eru longu byrjaðir túr aftur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: