Fuglberg og Skoraberg hava 240 tons av gullaksi í dag

Fuglberg kom aftur klokkan 12:00 í dag og Skoraberg er á veg inn, teir vera væntandi í Klaksvík um góðan hálvan tíma. Teir hava partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir hava 240 tons av gullaksi, so hetta gjørdist ein góður túrur.

Tá ið liðugt at landa, verður veiðan koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Fuglberg og Skoraberg byrjaði túr tann 14. mai.

Beint aftanfyri Skoraberg siglur línubáturin Pison, men teir koma ikki inn, men fara norður um at royna í nakrar dagar frættist.

SáH

Fuglberg, mynd tikin tann 22.05.2020 klokkan 12:00
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.