Fuglberg og Skoraberg eru komnir aftur við fullum skipum, 250 tons av gullaksi

Skoraberg, mynd tikin tann 04.09.2022 klokkan 07:02

Fuglberg og Skoraberg komu aftur leygardagin av roktúri, Teir hava trola sunnanfyri Føroyar.

Teir hava 250 tons av gullaksi og eru fullfermdur.

Landa verður til Kósina og byrjað teir at landa í morgun klokkan 06:00 og tá ið liðugt verður at landa, verður lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 27. august og við hesum báðum bátunum eru 14 mans.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: