Fuglberg og Skoraberg eru komnir aftur við umleið 210 tonsum

Teir komu aftur á Klaksvík tíðliga í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu umleið 210 tons av gullaksi og hava boðað frá landing nú klokkan 08:00.

Teir byrjaðu túr tann 03. juli.

Tá ið liðugt verður at landa,  verður veiðan koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH

Please follow and like us: