Fuglafjarðar kommuna keypt bygning hjá Betri Banka

Fuglafjarðar kommuna hevur avgjørt at keypa deildina hjá Betri banka í Fuglafirði, sum lat aftur í 2013. Seinastu árini hevur bygningurin verið nýttur til ymisk mentanarlig tiltøk í Fuglafirði.

Ætlanin er at flyta umsiting og býráðssal í bygningin, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri. Hann vísir á, at kommunan sær stórar møguleikar við keypinum, sum vónandi fer at skapa betri umstøður hjá kommununi.

– Vit eru fegin um at fáa ein prýðisligan bygning at húsa okkara virksemi. Samráðingarnar við Betri hava gingið væl, og vit vænta at kunna taka bygningin í nýtslu skjótast gjørligt, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

– Vit fegnast um at lív nú aftur kemur í bygningin og við kommununi sum eigara fær hann eina virðiliga framtíð, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri banka.

Bygningurin er teknaður av Maritu Weihe og Jóhann Laksáfoss. Hann stóð liðugur í 2006 og er 258 m² til víddar. Byggingin er einføld, og tann norðasti parturin er bygdur soleiðis, at ein hædd lættliga kann byggjast omaná.

Kelda: Fuglafjarðar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author