FT2019: Filmsklipp tann 16 valdagurin við Lars Løkke Rasmussen

Fólkatingsvalið 2019 er komi í helvt og tey til høgru arbeiða hart fyri at fáa tey vinstravendu aftur. Tey reyðu við TV2 og DR1 liggja klárt á odda, men nú byrjar tey bláu at hála inn á tey.

Í gjár var hólmgonga ímillum Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen og var tann holmgongan var í suðurjýttlandi og hana vann Lars Løkke diggiliga, men her koma so fjølmiðlarnir inn í myndina og tað eru jú teir sum vinna valið fyri flokkarnar bæði í Føroyum og Danmark og nú er lítið og einki at hoyra um tað holmgonguna í TV2 ella DR1, ein kann spyrja hví? Sjálvandi er tað tí, at Mette Frederiksen dummaði seg í heilum, hon kláraði seg avbera illa og bleiv við at spyrja Lars Løkke, um hann vildi stuðla henni í líkt og ólíkt, hon uppførdi seg sum eitt desperat smábarn, sum vil hava ein slikkipinn og onkuntíð var tað pínligt at síggja hvussu illa hon kláraði seg. Lars Løkke svaraði gott og forkláraði danska fólkinum, hvussu Vinstra ætlaði at stýra landinum tey fýra næstu árini, men sjálvandi fær hann ikki húsarúm frá TV2 og DR1 aftaná, tí hann kláraði seg avbera væl. Hevði hann dumma seg í hólmgonguni, so vóru hesir fjølmiðlar fullir av “Breaking News” og høvdu hesi tosað um tað í dagavís. Hesir fjølmiðlar hava alt ov stóra makt og tí er tað gott at vit hava Facebook.

Soleiðis er eisini í Føroyum, har vinstrasinnaða KVF hevur alt ov stóra makt og bestemmar dagskránni fyri okkum. Hetta má broytast og tískil er tað av stórum týdningi, at hesin stovnurin verður niðurlagaður, so tað ikki verður KVF, sum skal bestemma hvør vinnur valið í Føroyum, bæði til Fólkatingi og Løgtingi.

Her filmsklipp frá Lars Løkke Rasmussen á Facebook, sjá filmsklipp herundir:

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.