FT Gamejam 2018 í Klingruni hjá Føroya Tele

FT GAMEJAM 2018 🤖 Ert tú áhugað/ur í telduspælmenning, ella kennir tú onkran, sum er? Mikukvøldið 26. september kl. 23:59 er freistin at melda seg til tiltakið

FT GameJam, sum verður í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík 28.-30. september. Tiltakið er ókeypis, og tilmelding fer fram her: www.iverksetan.fo/ft-gamejam/ 👍

Ársins tiltak verður bæði størri, betri og stuttligari enn undanfarin ár. Høvuðsvinningurin er ein ferð til San Francisco, har vinnandi liðið sleppir at luttaka á Game Developers Conference – GDC, sum er heimsins størsta ráðstevna fyri spælmenning. 🇺🇸

Í ár er visjónin at fáa gjøgnumbrotið á risastóra alheimsmarknaðinum, og tískil vera karmarnir endavendir, og vinnarin fær neyðugu umstøðurnar at víðarimenna telduspælið. 👌 Harumframt verður eitt toymi av ráðgevum mannað á tiltakinum. Ráðgevarnir fara at stuðla, hjálpa og leggja luttakarunum lag á, meðan tiltakið er í gongd. 👍 Higartil eru fýra ráðgevar kunngjørdir. Teir eru Jóhann Østerø, Eiler Ka-Nid Yodla-Ong Poulsen, Limberg Michelsen og Karstin Petersen, og fleri eru á veg.

Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Føroya Tele. Vit gleða okkum til tiltakið og vóna at síggja eitt fult hús av luttakarum. 🤗 Kundi tú hugsað sær at lisið meira um FT GameJam, so kanst tú gera tað inni á www.iverksetan.fo. 🤖

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author