Fríggjadagin tann 19. juni letur upp lista framsýning við verkum eftir listakvinnuni SIlja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Trý listafólk eru vald til Listafólkalønir í ár. Nevndin hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við yrkislist innan sjónleik, bókmentir og myndlist.
Og í grundgevingin frá faknevnd innan myndlist til Silju Strøm ljóðar m.a. soleiðis:
Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.
Umframt listina hjá Silju Strøm, kemur nokk ein tann fremsti tónleikaúrmælingurin Teitur Lassen at syrgja fyri tónleikinum og listfrøðingurin Kinna Poulsen kemur at røða.
Vit gleða okkum og bjóða, hjartaliga vælkomin øll somul 🙂
Gamla Seglhúsið í Klaksvík