Friðalig nátt, løgreglan nógv úti í nátt

Tosaði við løgregluna kl. 07.45 í morgun og søgdu tey á vaktsentralinum í Tórshavn, at náttin hevði verið friðalig og at løgreglan hevði verið nógv úti í nátt og kannað bilar og bilførarar fyri rúsdrekka koyring.

Tað kundi eg eisini ásanna, tí kl. 04.45, tá ið eg var á veg til Maverick, fór ein løgreglubilun við blinkandi ljósum norður eftir N.P.Gøtu í Klaksvík og eg rokni við, at tað var fyri at kannað onkran bil.

Annars bleiv upplýst, at ikki er loyvt at selja fýrverk í dag.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: