Framvegis eingin nýggjur tilburður staðfestur

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5846 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 171 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 17. apríl 2020 klokkan 07.35

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author