Frá Politinum klokkan 02:00 tann 15.01.2023, nakrir bilar standa fastir

Kunning:
Sera nógvur kavi liggur á landsvegnum Millum Fjarða og niðan móti Norðskálatunnlinum. Tað er ikki koyrandi ì løtuni. Nakrir bilar standa fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin á landsvegnum eystanfyri.
Heitt verður á bilførarar um ikki at koyra eftir hesi leið, sum líkindini eru í løtuni.
Landsverk byrjar at grava kava kl. 0600.
Boða er annars frá sera vánaligum koyrilíkindum runt landið. Nógvur kavi liggur á vegunum og nógv jarðrok. Bilførarar vera bidnir um at ansa sær.
Vaktleiðarin
Føroya Politi
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: