Corona

Fótbólturin útsettur komandi tvær vikurnar

Starvsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um at allar fótbóltskappingar í Føroyum næstu tvær vikurnar verða útsettar

Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun (red. 12. mars 2020) hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.

– Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum, sigur Christian Andresen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir.

– UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF-forsetin.

FSF

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.