Fótbóltur: Samstarvið við Kim endað

Nevndin í HB hevur gjørt av at enda samstarvið við høvuðsvenjaran hjá Betri monnum, Kim Engstrøm. Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara.
Kim hevur víst ídni og eldhuga allan vegin, meðan úrslitini ikki hava verið nøktandi, í mun til tey mál vit sum felag seta okkum.
Vit takka Kim fyri tíðina í HB, og ynskja honum blíðan byr í framtíðini.
Nýggjur venjari verður kunngjørdur innan stutta tíð.
Nevndin
Havnar Bóltfelag
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: