Fólkini á Strandfaraskip Landsins rýmd til hús

Tey hava stongt kunningardystin og ongin sleppur umborð Smyril. Her myndir tiknar fyri løtu síðuna, har onkur hevur lagt seg á køldu benkurnar fyri at fáa sær ein blund.

Reint út sagt, so er onki sum helst skil á SSL og skuldi tað fingið fylgur fyri starvsfólkini har. Hetta kann man ikki bjóða ferðafólkunum, tænastan er út av lagið vánalig og man hevur skomm av sær, hvussu vánaligt tey fara við ferðafólkunum á suðuroyarleiðini.

Sjálvandi skuldi tey fingið onkra tænastu, tá ið Smyril ikki siglur, vit liva also í 2020 og tá ið tað stendur, at Smyril  siglur klokkan 16:00, men tit fara ikki fyrrenn klokkan 21:15, so mugu tit lata hurðarnar upp fyri tey ferðandi og ikki bara stongja alt fyri teimum, hetta eru also ikki djór tit hava við at gera, hetta er ferðandi fólk.

Ferðafólkini hava ongan annað møguleika enn at leggja seg á køldu benkurnar á farstøðini, ímeðan SSL stongir alt fyri teimum.

Tey ferðandi skuldi sjálvandi sloppi umborð og so kundi tey fingið sær ein blund har og okkurt etandi og drekkandi og tað skuldi sjálvandi verið ókeypist, tí tað er feilurin hjá SSL at Smyril ikki siglur til tíðuna.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.