Fólkflokkurin hevur landsfund leygardagin 16. nov

Landsfundur Fólkafloksins verður á Hotel Hafnia í Tórshavn leygardagin 16. november 2019 kl.
13:00.

Floksformaðurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjar fundin við formansrøðu
síni.

Næst honum leggja landsstýrisfólk floksins Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
í almannamálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram um teirra málsøkir.

Síðani fáa tingfólk floksins orðið, at greiða frá tingarbeiðinum.

At enda verður orðið frítt.

Fólkaflokkurin.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author