default

TIL VELJARAR TIL FÓLKATINGSVALIÐ 31. oktober 2022 Í KLAKSVÍKAR KOMMUNU:

Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober á hesum støðum:

KÍ-høllin í Klaksvík – (fyri valstøðini Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)
Í róðrarneystinum, Árnafjørður – (fyri valstaðið Árnafjørð)
Skúlin í Mikladali – (fyri bygdirnar Mikladal og Trøllanes)
Skúlin á Húsum – (fyri bygdirnar Húsar og Syðradal)
Gamligarður í Svínoy – (fyri valstaðið í Svínoy)
Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 41 00 00, inntil fríggjadagin 28. oktober 2022.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 41 00 00.

Klaksvíkar býráð
19. oktober 2022

default
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: