Fólkatingssessirnir stóran týdning

Í formanskjakinum í kvøld um fólkatingssessirnar, gjørdi formaðurin i Sjálvstýri greitt, at sessur teirra fór at standa tómur, um teir vunnu eina sessin. Hví so yvirhøvur stilla upp ?
Fyri okkum føroyingar hevur tað týdning at vinna Føroyum atgongd i alskyns fora, sum hava týdning fyri Føroyar, eitt nú Arktiska ráðið, Norðurlandaráðið, altjóða hvalaveiðifelagsskapin vm., tí vit ynskja at hava ávirkan á føroysk áhugamál.
Men fyri summi er tað av alstórum týdningi ikki at hava ávirkan á føroysk áhugamál í fólkatinginum, har sum kanska allarflest føroysk áhugamál verða viðgjørd.
Her lekur alvorliga ímillum teori og praksis. Sjálvandi skulu Føroyar hava umboðan i fólkatinginum, so leingi sum føroysk áhugamál verða viðgjørd har og so leingi vit hava tað skipan vit hava.
Annika Olsen, 07052019 Facebook