Fólkaræðið skúgvað til viks

Á býráðsfundinum 24. september var mál á skrá frá býráðslimi, ið hevði bíðað í sjey mánaðir at fáa eitt mál lagt fyri. Skrivið varð sent inn longu í februar. Hóast hann  spurdi eftir málinum, fekk hann ikki svar. Hetta kunnu vit sum minniluti slett ikki góðtaka.

Seinastu fýra árini hevur samskifti, í sambandi við vanliga kunning og tíðarfreistir í sambandi við fundarskráir, millum sitandi býráðssamgongu og minnilutan bara gingið skeiva vegin. Hóast vit ferð eftir ferð hava gjørt vart við hetta, so verður ikki ønt aftur. Vit hava skrivað og tosað til fánýtis.

Dømi eru um býráðslimir sum skriva inn til borgarstjóran uttan at fáa svar, eisini hóast rykt verður eftir svari. Somuleiðis koma innbjóðingar og kunningar í evstu løtu, so býráðslimir ikki hava møguleika at leggja soleiðis til rættis, at vera við. Tað hevur stóran týdning at fáa slíkt sent í góðari tíð, tá ið hugsað verður um, at allir býráðslimir hava sítt dagliga starv, ið eisini skal røkjast.

Í fundarskipan býráðsins, §5, 1. petti, stendur:
Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við tilmæli.
Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal vera viðheft sum undirskjøl til tilmælið og verða
tøkt – samstundis sum tilmælið – hjá býráðslimunum til gjøgnumlesnað minst 4 gerandisdagar framman undan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera tøkt. Tað kann gerast neyðugt at dagføra fundarskránna eftir fíggjarnevndarfund.

Hetta er samtykt júst fyri, at býráðslimirnir skulu hava møguleika at seta seg væl inn í málini, áðrenn avgerð skal takast. Tað kemur ikki fyri, at vit fáa tað til ásettu tíð, hóast tað stendur greitt í fundarskipanini, at tað skal vera minst fýra gerandisdagar frammanundan fundinum.
Eftir at hava gjørt vart við hetta í fleiri umførum, velja vit at fara alment út og vísa á hetta stórlæti hjá sitandi býráðssamgongu. Vit hava bíðað, tí vit væntaðu, at hetta fór at koma í rættlag, men til fánýtis.

Vónandi fer hendan almenna áheitanin frá okkum í minnilutanum at hava við sær, at býráðsleiðslan vísir fólkaræðnum ans, nú vit eru komin til síðstu mánaðirnar í hesi býráðssetuni, og at hetta verður rættað upp í komandi býráðssetu. Klaksvíkar Kommuna er ein so mikið stór kommuna, at slíkar mannagongdir eiga at liggja í fastari legu.

Vegna Fólkaflokkin
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen

Vegna Tjóðveldi
Steinbjørn O. Jacobsen 

Neystini á Strond skulu raðfestast høgt.
Tit skulu ikki bíða 4 ár afturat, økið skal gerast liðugt,
fái eg tykkara stemmur, so skal eg fáa tað gjørt skjótast gjørligt.
​SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Please follow and like us: