Heilsuverkið

Fólkapensjonistar sjúkradagpening og ískoyti fyri lønarmiss

“Við hesum vilja vit eisini hjálpa teimum, sum ikki vórðu umfatað av fyrra hjálparpakkanum,”

sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Ein skipan verður nú gjørd til tess at hjálpa fólkapensjonistum, sum orsakað av covid-19 eru sendir heim, hava verið fyri inntøkumissi ella eru í sóttarhaldi.

Arbeiðandi fólkapensjonistar eru eisini raktir av covid-19.

Tí hevur landsstýrið gjørt av, at hesi – sum partur av hjálparpakka tvey – skulu hava sama rætt sum starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum, tá tey eru fyri inntøkumissi orsakað av korona.

Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa nú sjúkradagpening, um teir av heilsumyndugleikunum eru sendir í, ella eru mældir til at fara í, sóttarhald vegna covid-19. Talan verður um í mesta lagi 500 krónur um dagin, eftirsum hesi fólk frammanundan fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Fólkapensjonistar, sum framvegis arbeiða, og sum eru fyri lønarmissi orsakað av covid-19, fáa eisini lønarískoyti. Hetta ískoytið verður í mesta lagi 58 krónur um tíman, eftirsum hesi fólk longu fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

“Tey eldru, sum ikki vóru við í fyrsta hjálparpakkanum, fáa nú ta somu hjálpina, sum onnur starvsfólk, tá tey missa inntøku orsakað av korona,”

sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Afturat hesum báðum broytingum, verður skipanin, har privatir arbeiðsgevarar fáa afturrindað lønarútreiðslur til starvsfólk, víðkað til at fevna um ein størri starvsfólkahóp.

Nevndu broytingar fáa virknað frá 12. mars, og fara úr gildi aftur 30. juni í ár.

Almannamálaráðið

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.