Pensionistar Politikkur Tíðindi

Fólkapensjónistar fleiri pengar at liva fyri

Fólkapensjónistar fáa eftir ársskiftið fleiri pengar at liva fyri.

Samgongan setti sær beinanvegin fyri at betra um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum, og í dag – 51 dagar aftaná at samgonguskjalið varð undirskrivað – verða uppskotini løgd fyri tingið, sum fremja hesar ætlanir í verki.

Við uppskotunum verða fíggjarligu korini hjá øllum fólkapensjónistum betraði. Hetta verður gjørt við at geva teimum ein frádrátt í skattinum á 500 kr. um mánaðin og at hækka grundupphæddina við 580 kr. um mánaðin – samanlagt 1.080 kr. Um pensjónisturin onga inntøku hevur umframt pensjónina, so hækkar pensjónin við hesi upphædd, tá lógarbroytingin hevur fingið fullan virknað. Tá fær ein stakur pensjónistur umleið 12.460 kr. útgoldið um mánaðin. Hetta verður gjørt í tveimum stigum, so helvtin kemur í 2020 og restin kemur í 2021.

Lægri mótrokning
Tað skal loysa seg betur hjá fólkapensjónistum at hava inntøku umframt pensjónina. Hetta verður gjørt við at lækka mótrokningina niður í 20 % galdandi fyri allar fólkapensjónistar frá ársskiftinum. Hóast allir pensjónistar fáa meir burturúr av hesum broytingum, so er tað tó munur á hvussu broytingarnar fara at ávirka pensjónina hjá einstaka pensjónistinum. Hetta er lýst í lógaruppskotunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at samgongan við hesum gevur øllum fólkapensjónistum eina hækking, sum veruliga fer at merkjast umframt, at tað fer at loysa seg betur at arbeiða.

Kelda: amr.fo

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.