Fólkapensjón og aðrar veitingar hækka

Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2022, verða almannaveitingarnar hækkaðar við heili 2.05 %. Tað er fyrstu ferð síðani 2014, at javnað verður.

Hendan raðfesting hækkar, umframt einkjubarnastyrk, barnaískoyti, fólkapensjón og fyritíðarpensjón, eisini brennistuðul, barnagjaldið og ymisku veitingarnar, viðbøtunar og endurgjald.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fegnast almikið um, at hendan raðfesting hevur borið á mál.

Javningin ávirkar útgjaldið fyri flest allar almannaveitingar og pensjónir. Hækkingin svarar til árliga miðal lønarvøksturin og fer at vísa seg við einum munandi betri útgjaldi. Í krónum er talan um eina samlaða hækking uppá góðar 22 milliónir.

Sostatt verður hækkingin í almannaveitingunum hægri enn ásetta lønarhækkingin í 2022, sum er 1,25%.

Reglurnar um árliga javningarprosentið eru ásettar í løgtingslóg. nr. 64 frá 30. apríl 2018. Javnað verður árliga við miðal av lønarvøkstri og prísvøkstri. Er roknaða javningarprosentið hægri enn lønarhækkingin annars, so verður talið fyri lønarhækkingin nýtt. Tí er javningarprosentið fyri komandi ár ásett til 2,05%.

Almannamálaráðið

Please follow and like us: