Fólkaflokkurin: Javnseta privata og almenna bústaðarbygging

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har endamálið er at javnseta privata og almenna bústaðabygging.

Bústaðir fær ókeypis grundøki frá kommununum, 30% av íløgunum skulu ikki forrentast, so tað sigur seg sjálvt, at privatu byggætlanirnar ikki kunnu kappast við teimum almennu.

– Ynskir landsstýrið, at grundøki og møguliga bygningar skulu latast fyri einki, má tað galda fyri øll. Ynskir landsstýrið, at 30% av byggikostnaðinum ikki skulu forrentast, má tað eisini galda fyri privatar byggiætlanir.

– Tá høvdu privat kunnað bjóðað munandi lægri leiguprís til tey lesandi og til onnur.

Uppskotið kemur til 2. viðgerð í dag.

Tekur tú eisini undir við at javnseta privata og almenna bústaðarbygging?👍

Les uppskotið her: “Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging”

Fólkaflokkurin

Sjálvandi gera vit øll tað, tað er ikki meira enn rímuligt og væntandi fara Norðoya tinglmirnir at taka undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, tí tað ferð at ganga byggivinnuni runt Føroya land.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author