Fólkafloksplákatirnar heglaðir niður og Javnaðarflokkurin stendur uppi

Onki sera dámligt at koyra forbí rundkoyringina í Kaksvík í morgun.
Enn einaferð er herverk hevur gjørt á plákaturnar hjá fólkaflokkinum og eftir standa javnaðarplákaturnar við bestu plássunum við springvatni í Klaksvík.
Í fleiri førðum hava fólk gjørt seg inn á plákaturnar hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, har tær eru skraddar niður, men hon er ein kempari og hon hevur koyrt allar uppaftur.
Hví man tað vera, at fólkafloksplákaturnar vera rivnar niður, man orsøkin ikki vera tann, at Løgmaður alment hevur boðað frá, at hann onki vil hava við fólkafloksfólk at gera og nú taka javnaðarfólk seg saman og eru byrjaði at gera herverk inná plákaturnar hjá Fólkaflokkinum. Slíkt kann henda, tá ið man hevur ein leiðara, sum setur fólkasløg ímóti fólkasløgum, men vónandi tekur løgmaður frástøðu frá slíkum herverkið, sum nú hendur í Klaksvík.
Tað er ikki prógva, at tað eru javnaðarfólk, sum gera herverk inn á fólkafloksplákatirnar í Norðoyggjum, men øll hava fartelefonir, so sær nakar onkran gera herverk inn á plákaturnar, so er at taka viðkomandi upp á video og boða politinum frá.
SáH