Fólk í hundratali keypa inn og onnur skulu hava stongt?

Tað er ikki nakar sum helst, sum ansar sær í hesum Corona døgum, sær út sum at tað er Summarfestivalur í Klaksvík í dag, 40-50 bilar uttanfyri Bónus og fólk í hundratalið keypa inn.

Koyrdi forbí Føroya Keypssamtøku og hjá Inn og har var akkurát sama skili, øll parkeringspláss upptikin og heilar familjur fara inn í senn at keypa inn. Vit eru bara heppin, at smittan er so lítil í Føroyum, annars høvdu fleiri 100 verið smittaði í dag.

Hvat er meiningin við øllum hesum og so vera vit noktaði at hyggja eftir fótbólti, tí vit skulu halda fjarstøðu og tá sita ella standa øll úti og kunnu vera 4 metrar frá hvørjum øðrum. Í dag eru handlarnir proppaðir við fólki og tað er í fínasta íordan, hetta er logikkur fyri búrhøns.

Hvat billa fólk sær inn og hvat billar okkara fólkavaldu sær inn. Hetta er bara spæl fyri galaríinum, stongja ávísar handlar, bókasøvn, Bankar, Sparikassar, skeinkistøð, matstovur, gistingarhús, kunningarstovur og mong onnur støð og so sær man fólk í hundratali keypa garvvilt inn í dag.

Hvat er meiningin við hesum? eg spyrjið bara?

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.