Føroyingafelagið í Aarhus

Hmmm.. Hvat munnu tey gera í Føroyingafelagið í Aarhus?
Jú, tær komandu vikurnar fara vit greiða frá øllum teimum bólkinum, sum mynda felagið 😉
Hesa ferð byrja vit við nevndin í felagnum.
Nevndin er í ár ein trýmannanevnd, og hon hevur evstu ábyrgd fyri felagnum og fyri Áarstovu. Liminir velja nevndina á hvørjum ári í februar.
Men hvør eru í nevndini? Jú, lesið her!
Formaður: Meinhardt Jacobsen (til høgru)
Meinhardt er úr Fuglafirði og hevur búð í Aarhus síðani hann sum ungur fór niður at lesa á handilsháskúlanum.
Til dagliga starvast hann sum sjálvstøðugur KT mennari. Meinhardt er ein sannur lívsnjótari, og hansara vitan um mat, whiskey og specialøl er ótrúlig. Harafturat sæst tað, at Meinhardt er rættliga musikalskur, tí annar sonurin hjá honum hevur gjørt tónleik til sín yrkisleið.
Næstforkvinna: Tóra Haraldsen Dahl (fremst)
Tóra er havnakvinna og hevur búð í Danmark síðani hon fór til Keypmannahavnar at lesa fólkaheilsufrøði. Seinni giftist hon við einum aarhusianara og kom, tíbetur, hendavegin yvir fjørðin.
Tóra hevur í nógv ár arbeit hjá Sundhedsstyrelsen, og nýtir nú lívið sum pensionistur til fullnar.
Tóra ger mat á gastronomiskum høgum støði – serliga fisk – og hon elskar at fara til góðar konsertir saman við manninum hjá sær.
Kasssameistari: Jógvan Pauli Lydersen (aftast)
Jógvan Pauli er uppvaksin í Skals við Viborg. Hóast hann tosar eitt sindur hálvbrotið, so hoyrist tað væl, at foreldrini eru norðoyingar.
Sum tann yngsti í nevndini mugu vit gera vart við, at tað eru Klakksvíksdaman, Paulina Viðbjørg, og Fugloyingurin, Jógvan Lydersen, sum eiga hann.
Jógvan Pauli lesur økonomi á universitetinum.
Honum dámar væl at tosa um økonomi og politikk, og framum alt so elskar hann at dansa føroyskan dans.
TBC. Lesið við í næstu viku! 🙂