Føroyar og Japan undirrita samstarvsyvirlýsing

Í dag hava Føroyar og Japan undirritað samstarvsyvirlýsing. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a. Samstarvsyvirlýsingin varð undirritað í Tokyo.

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri Japan undirritaði Takako Suzuki, ráðharri í uttanríkismálum.

”Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við Japan, serliga á handilsøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini, eisini fyri samstarvið innan mentan, útbúgving og gransking,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

”Japan er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum viðvíkjandi rættartrygd, talufrælsi og mannarættindum sum Føroyar. Japan er eisini oyggjasamfelag og fiskivinnutjóð, er tí ein samstarvspartur í Asia, sum Føroyar eiga at raðfesta. Japan er eisini ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: