Føroyar og Frakland hava fleiri mál í felag

Í morgun var franski sendimaðurin í Keypmannahavn, Christophe Parisot, í Tinganesi á vitjan hjá Bárður á Steig Nielsen løgmanni.

Løgmaður og franski sendimaðurin umrøddu mál, ið Føroyar og Frakland hava felags áhuga í, eitt nú fiskivinnu og ferðavinnu. Franski sendimaðurin vísti millum annað á møguleikar við eini vaksandi ferðavinnu millum Føroyar og Frakland, nú Atlantic Airways flýgur beinleiðis til París.

Eisini umrøddu teir fiskiveiðusamstarvið í Norðuratlantshavi, har bæði Føroyar, og Frakland, sum partur av ES, eru strandarlond. Bæði løgmaður og franski sendimaðurin løgdu dent á týdningin av at finna semjur, fyri at tryggja framhaldandi burðardygga fiskiveiðu.

Løgmaður nýtti eisini høvi til at gera vart við føroyska ynski, um at styrkja samstarvið við ES, har Frakland jú er eitt av teimum størstu limalondunum.

At enda umrøddu løgmaður og sendiharrin økta trygdarpolitiska áhugan fyri Norðuratlantshavi og Arktis, eisini sæð í ljósinum av krígnum í Ukraina.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: