Fiskivinna Politikkur Tíðindi

Føroyar og Bretland gjørt semju um fiskirættindi á fyrsta sinni í søguni

Føroyar og Bretland hava á søguligum fundi í London týskvøldið 15. oktober 2019 undirritað semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2019.

Semjan er gjørd til tess at tryggja og varðveita fiskirættindini hjá føroyskum og bretskum skipum í ávikavist bretskum og føroyskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum, um Bretland fer úr ES uttan ein skilnaðarsáttmála 31. oktober 2019. Hon fevnir sostatt bæði um kvotabýti og atgongd.

Føroyar og Bretland undirritaðu harumframt á søguliga fundinum semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit.

Við semjunum báðum eru Føroyar og Bretland samd um at halda fram við at styrkja og menna fleiri ára gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi. Við hesum verða eisini tryggir karmar skaptir fyri vinnuna í londunum báðum, eins og at felags fiskastovnar verða umsitnir á ein burðardyggan hátt.

Mynd: Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari og Colin Faulkner, bretskur samráðingarleiðari

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.