Føroyar er tað mest dálkandi landið í heiminum?

Í longri tíð havi eg roynt at funnið data fyri CO2 útlát fyri Føroyar. Men í D&V í kvøld vóru tølini løgd fram. Og havi eg nú gjørt eina stabbamynd fyri CO2 útlát hjá nøkrum dálkandi londum. Tølini eru tikin frá BP Statistical Review of World Energy 2018, og so havi eg funnið fram til fólkatalið í londunum í 2017 fyri at rokna pr. íbúgva.
Her er einki at taka feil av. Føroyar er eitt tað mest dálkandi landið í heiminum.
Vit reypa okkum av hvussu grøn vit eru, men tað eru vit ikki – als ikki!
Her er langur vegur á mál, enn veksur føroyska útlátið fyri hvørt ár sum gongur. Nei ikki sær tað út til, at vit eru á rættari leið.
Komandi tíðin verður ein avbjóðing, og politikararnir hava ALLA ábyrgdina av at minka um útlátið. Eisini mugu vit hyggja uppá okkara fiskiskip, helst fara undir slógbrótandi gransking fyri at fáa tey grøn.
John Petersen “Facebook 19.10.2018”