Føroyar aftanfyri Danmark í koppsetingum móti Covid 19

Sambært hagtølunum frá Our World in Data, so eru Føroyar aftanfyri Danmark í koppseting móti Covid 19 í prosentum.

Corona FO hevur hagtøl á heimasíðuni um koppsetingar og har sæst at Føroyar hava koppsett  8% av fólkunum í Føroyum tann 8.mars, men Danmark hevur koppsett 9,1% smb. hagtølunum frá Our World in Data, sostatt er Danmark frammanfyri Føroyar í koppsetingum, sjá hagtølini herundir.

Corona FO skrivar hetta á teirra heimasíðu:

Koppsetingin: Føroyar liggja væl fyri í koppsetingargongdini

Sjúkrahúsverkið: Føroyar er í løtuni tað landið, sum hevur gjørt flest koppsetingar í Norðurlondum. Nú eru tilsamans 8086 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

Heimsins lond leggja nógv fyri at fáa koppsett sínar íbúgvar, og áhugavert er at fylgja við hvussu tað gongur kring knøttin. Á heimasíðuni hjá Our world in data verða almennu hagtølini fyri koppsetingini úr øllum heiminum savnað. Hagtølini verða dagførd hvønn dag á middegi.

Hagtølini vísa, at í løtuni liggja Føroyar væl fyri í koppsetingargongdini. Vit eru fremst í Norðurlondum, sum yvirhøvur er væl við í koppsetingini samanborið við onnur lond í Evropa. Danmark eru næst, síðani Ísland, Noreg, Finland, Svøríki og Grønland.

Myndin omanfyri er frá https://ourworldindata.org/covid-vaccinations. Tølini á myndini vísa samlaða talið av koppsetingum í landinum í mun til hvørjar 100 íbúgvar.

Í heimshøpi eru lond, sum eru komin enn longur í koppsetingargongdini. Nevnast kunnu Ísrael, Bretland, USA, Kili, Bahrain, Sameindu Emiratini og Gibraltar.

Gongdin her heima hevur víst, at koppsetingartoymini í Sjúkrahúsverkinum væl kundu koppsett fleiri fólk, um meira koppingarevni var til taks. Tepru nøgdirnar av koppingarevni hava havt við sær, at steðgir hava verið í koppsetingini millum hvørja sending av koppingarevni.

Alt bendir tó á, at nøgdirnar fara at vaksa sera nógv eftir páskir og koppsetingarbólkurin væntar framvegis, at øll yvir 15 ár í Føroyum eru koppsett, tá ið vit koma í julimánað.

Heilsumálaráðið

Men hyggja vit eftir koppseting pr. 100 fólk, so hevur Our World in Data eina heilt aðra støðumynd og har er Føroyar tað landið í Norðurlondum, sum hevur gjørt flest koppsetingar, sjá mynd herundir.

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author