Føroya besti sølumaður farin

Síðst eg møtti Petur Nolsø var á Landssjúkrahúsinum í mai mánaðinum í ár. Vit fingu eitt hugnaligt prát saman í bíðurúminum og hann var skjótur at fortelja søgur, sum vit báðir høvdu havt saman ígjøgnum Klaksvíkar Timburhandil.

Hann fortaldi eina skemtliga søgu, ið vit høvdu saman við nøkrum íslendingum, sum vóru sølumenn fyri Vírnet og Steinullarverksmiðjuna, hendingin fór fram í Tórshavn, men hon er ikki borðbær, ein sera skemtligur maður at vera saman við.

Hann var eisini sera ærukærur og søguligur maður, gekk sera høgt upp í hans uppruna og hann fjálgaði um allar sínar vinir, eitt nú hevur hann fyrireika óteljandi veitslur fyri okkum, sum keypti vørur frá honum, bæði uttanlanda og í Føroyum og har var ongin slingur í valsinum og ein bleiv uppvartaður til tað heilt stóru gullmedaljuna. Hann vildi hava at vit øll høvdu tað gott.

Hevði tú onkrar trupuleikar við onkrum vørum, sum tú keypti frá honum, so var hann skjótir at loysa trupuleikan og tað tók hann sær persónliga av og tað gekk ikki long tíð, so hevði hann loyst uppgávuna.

Tá ið Klaksvíkar Timburhandil fluttu í nýggj hølir norðuri á Stongunum, eftir at gamla Varpi brendi, var pápi ikki í iva, hann keypti allar vørurnar sum skuldi inn í Byggibúðina frá Petur Nolsø og tá kom Petur við øllum forhandlarnum sjálvur norður og setti alt upp á hyllarnar saman við Karl Frits, Egil og øðrum.

Tað gloymdi Petur Nolsø ongantíð og ofta segði hann við meg, tú skuldi verið sum pápi tín.

Petur Nolsø hevur altíð havt eitt gott pláss í Klaksvíkar Timburhandli og vit hava havt sera góðar løtur saman, bæði handilssliga og í verkskapi.

Tað eg minnist best frá Petur Nolsø er hansara gávumildi, man fekk altíð gávur frá honum og hvørt ár eina persónliga jólagávu og kom hann norður at selja, so hevði hann altíð okkurt við til okkum, eitt nú knívar, amboð, góðgætið, okkurt leskiligt og annað, man bleiv forkjelaður og tað týdningarmesta, hann var altíð í góðum lag og altíð góðir fyri einari stuttligari søgu.

Vit seldu Timburhandilin í 2005, so samhandilin hjá okkum hevur ikki verið tann stóru eftir 2005, men eitt er sikkurt, tú fekk ikki betri sølumann enn Petur Nolsø, hann dugdi sítt kramm út í fingraspísaðnar, havi ikki møtt betri sølumanni enn hann.

Hvíl í friðið vinurin og takk fyri alt tú hevur gjørt fyri Klaksvíkar Timburhandil og mínari familju.

Her ein sending um Petur Nolsø, sum Kringvarp Føroya hevði um merkismannin Petur Nolsø, klikk her, “Deyðsmaskan hjá Napoleon flytast til Vágs”

Símun á Høvdanum