FM Langgeil 2019: Malan Jóhansdóttir frá Ægir forbetraði seg nógv í 100 firvald

Innleiðandi eru blivnir svomnir í morgun og í 100 metur firvald forbetraði Ægir svimjarin Malan Jóhansdóttir seg sera nógv í 100 metur firvald.
Hon kom inn við tíðini 1:11.72, minni enn tvey sekund frá stórsvimjarnum í HS Vár E. Eidesgaard, sum hevði tíðina 1:10.44 og sum er trý ár eldri enn Malan.
Malan forbetraði seg við næstan trimum sekund, frá 1:14.38 og niður á 1:11.72 og tað er sera flott klára og stórt persónlingt met.
Finalurnar vera svomnar nú klokkan 17:00 í Pálshøll í Vági og ikki er óhugsandi, at Malan Jóhansdóttir enn einaferð fer eftir persónligum metið.
Koyr á Ægir
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: