FM í leirdúgvuskjóting

Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrja verður leygardagin 13. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

Vikuskifti eftir tann 20-21. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at skipa verður fyri FM í OL trap í Føroyum.

Seinasta FM kappingin í 2022, verður í OL skeet í døgunum 27-28. august. Fyrri dagurin er í Vestmanna, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo

Skjótisamband Føroya

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: