Komandi vikuskifti 1-2. september, verður føroyameistara kapping 2018 í leirdúgvuskjóting.

Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar.

Kappast verður í skeet og trap, og báðar dagar á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Leygardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár, og úttøkukappingini til brutto landsliðs hópin, til Oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya, sum er:

https://www.facebook.com/Skjotisamband

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: