Tað gjørdist Mjølnir, sum vann fyrru FM-finaluna hjá monnum. Teir vunnu 3-1 á Fleyr.

Sum tað framgongur av settúrslitunum niðanfyri, so var talan um eina sera javna finalu, sum kundi farið báðar vegir, tí í øllum teimum fyrstu trimum settunum vóru bert 2 stig á muni.

Settini endaðu 29-27, 23-25, 27-25 og 25-19.

Grundað á hetta er einki avgjørt undan seinnu FM-finaluni, sum verður leygardagin, páskaaftan.

Dystarskráin er henda:
15:00 Mjølnir – Fleyr, menn
17:00 Fleyr – SÍ, kvinnur

Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt leygardagin við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author