Flýtur í runu og óruddið á Norðoyri og Klaksvíkar Kommuna gerð einki við tað

Hesa yrking hevur ein borgari á Norðoyri gjørt, um óskilið við óruddinum har úti og lagt tað út á Facebook tann 25. mai.

Har sær alt annað enn gott út og er standurin verri enn á gamla Buckvaldinum les yrkingina her:

Tey bygdu sær sethús her úti á Oyri,
Sum ārini gingu komu uppaftur fleiri,
Útsýnið tá, var óluksáliga vell,
Men nú verður øki brúkt sum skrell,
Gamla Buckvald var eitt ljós afturímóti,
“Mann Skorðheim nakrantíð hava verið Skóti “
Bert ússinings ódnin kann ”rudda” staðið,
Tí Kommunan ger tað ikki ið bræði,
Tjøldur og snípan fyrr umráðið prýddi,
Men nú er nakað liðið, síðan tey bæði flýddu,
Til seinast ein heilsa til Klaksvíkar Kommuni,
Tað er rætt sum eg sigi, har flýtur alt í runu.

Ein Býráðslimur svarar honum aftur:

Býráðspolitikkarin: Púra samdur. Takk fyri yrkingina, tað liggur væl fyri og sera beinrakin. 🙂

Býráðspolitikkarin: Eitt eftir hondini gamalt mál fyri umhvørviðsnevndina og tess umsiting.

Borgarin: ja, man skuldi trúð, at umhvørvisnevndin var farin frá fyri aldur 😀 har í økinum hevur hon so ikki sett sini “grønu fingrarmetkir”

Hetta líkist svartasta ongum, at tað skal ganga fleiri ár, til óruddið verður beint burtur og kanska eitt val má til fyri at tað verður gjørt, er ov langt úti.

Hatta skal ruddast umgangandi, so verður tað gjørt.

Her innleggið á Facebook frá borgarnum á Norðoyri, sjá óskili herundir:

SáH

Please follow and like us:

One thought on “Flýtur í runu og óruddið á Norðoyri og Klaksvíkar Kommuna gerð einki við tað

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.