Flyting av brandskúlanum til Klaksvíkar

** Flyting av brandskúlanum til Klaksvíkar **
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur setur skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana.
Tað vóru hugalig tíðindi fyri norðoyingar, tá tað frættist í síni tíð, at brandskúlin skuldi flytast til Klaksvíkar.
Tað er tí sera áhugavert at fáa at vita, hvar málið liggur í løtuni.
Somuleiðis er áhugavert at vita, hvar í Klaksvík brandskúlin skal staðsetast, soleiðis at roykurin frá honum ikki kann verða ein bági fyri grannar og onnur.
M.a spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, hvussu langt málið er komið. Hvar skúlin skal liggja í Klaksvík. Um lærarar fylgja við í flytingini.
Les allan fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10147
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: