FÓLKATINGIд19

Flóttafólkahjálp á staðnum

Havi sagt tað fyrr og vil fegin endurtaka tað. Vit eiga at hjálpa flóttafólkum og øllum neyðstøddum.

Hjálpin skal í mestan mun veitast úti á staðnum, har tey neyðstøddu eru og ikki við at taka tey til Føroyar. Føroyska samfelagið er viðbrekið, og vit kunnu veita eina nógv effektivari hjálp úti á staðnum, har peningurin strekkir fleirfalt longur.

Flóttafólkalegur eru í grannalondum við mørkini til krígsherjaði lond. Hesi grannalond brúka nógvan pening og nógva orku og biðja um peningaligan stuðul frá Europa. Her kunnu vit veruliga gera mun við at veita hjálpina á staðnum. Soleiðis kunnu vit hjálpa 100 neyðstøddum fyri somu pengar, sum tað kostar at fáa 2 til Føroyar.

Rættiliga stórur partur av teimum, sum veruliga treingja til hjálp eru í hesum flóttafólkalegunum við markið. Tey hava ikki orku til eina langa ferð ígjøgnum fleiri lond langt burtur.

Um vit sjálvi skuldi komið í ta neyðstøðu, at vit blivu noydd at flýggja av landinum, so vænti eg, at vit vildu farið til okkara nærmastu grannalond. Vit høvdu neyvan ferðast um fleiri landamørk til lond langt burtur við øðrum mentanum, siðum og aðrari trúgv. Tí ræður um at hjálpa teimum har úti, har tey ikki eru so langt heimanífrá og har tey ikki fáa tað trupult við at innorna seg.

Kjakið blívur ofta heitt og stundum ljótt, tá tað snýr seg um flóttafólk og tilflytarar úr fremmandum londum. Her eiga vit at vera varin, so retorikkurin ikki gerst óvirðiligur og særandi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.