Flogferðslan munandi skerd

Allir føroyingar, sum búgva í Føroyum og eru staddir uttanlands, eiga at koma heim sum skjótast. Tað mælir løgmaður staðiliga til.

Longu á midnátt verður flogferðslan til og úr Føroyum munandi skerd.

Atlantsflog steðgar at flúgva til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París.

Flogferðslan til og úr Danmark verður eisini munandi avmarkað. Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving. Bráneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant.

Í sóttarhald
Øll tey, sum koma til Føroyar, verða biðin um at fara í sóttarhald í 14 dagar. Vegleiðing frá landslæknanum verður latin øllum ferðafólkum, ið eru á veg til Føroyar.

Mannagongdir eru settar í verk á flogvøllinum í Vágum, ið minka um smittuvanda. Einans ferðafólk og starvsfólk hava atgongd til farstøðina. Hondviðføri er avmarkað.

Øll ferðafólk verða leidd út gjøgnum eina serliga útgongd og koma tí ikki í samband við farandi ferðafólk.

”Eg vil enn einaferð gera vart við, at tað er sera týdningarmikið, at øll ferðafólk, ið koma til Føroya, vísa størsta varsemi og halda seg heima í 14 dagar fyri at minka um smittuvandan. Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Okkara uppgáva er í stuttum, at vit øll skulu gera okkara til, at heilsuverkið ikki verður sett undir ov stórt trýst. Støðan broytist alla tíðina og vit fylgja gongdini neyvt,” vísir løgmaður á.

Løgmansskrivstovan

Please follow and like us:

5 thoughts on “Flogferðslan munandi skerd

  1. Pingback: immediate edge
  2. Pingback: 메이저놀이터

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.